Nú verður møguligt hjá føroyingum at stovnseta eitt viðgerðartestamenti í Føroyum
Kunngerðin hevur heimild í Sundhedsloven, ið varð sett í gildi í Føroyum við “anordning nr. 821/2018 om ikrafttræden for Færøerne af Sundhedsloven”. Talan er um eitt danskt málsøkið, ið ikki er yvirtikið av føroyskum myndugleikum. Tí er kunngerðin donsk.
Sambært § 26 í Sundhedsloven, hevur ein sjúklingur rætt til at gera eitt “behandlingstestamente” ella eitt viðgerðartestamenti. Í einum viðgerðartestamenti kann ein sjúklingur seta fram ynski um, at sjúklingurin í ávísum førum ikki ynskir framhaldandi sjúkuviðgerð, um viðkomandi einaferð í framtíðini ikki verður førur fyri sjálvur at taka avgerð, t.d. um sjúklingurin vegna ferðsluvanlukku ella demens ikki kann taka avgerð sjálvur.
Hóast henda áseting er galdandi í Føroyum, hevur ikki verið møguligt hjá føroyingum at skráseta seg í danska “Behandlingstestamenteregisteret”. Hetta vegna tekniskar avbjóðingar við, hvussu føroyskir sjúklingar skulu skráseta seg í danskari skipan og í mun til, hvussu føroysk heilsustarvsfólk skulu fáa kunnleika til upplýsingar um føroyingar í donsku skránni.
Við hjáløgdu kunngerð verður møguligt hjá føroyingum at stovnseta eitt viðgerðartestamenti hjá einum lækna í føroyska heilsuverkinum.

