
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna
Súsanna Bertholdsen er fødd í 1973, og er av Tvøroyri.
Súsanna er gift Áka Henriksen, og tey eiga døturnar Drós og Ýr.
Súsanna hevur sitið á tingi fyri Javnaðarflokkin seinastu tvey árini, og undan tí sat Súsanna seks ár í býráðnum á Tvøroyri.
Súsanna er fólkaskúlalærari við eftirútbúgving sum orðblindalærari. Hon hevur í mong ár undirvíst á Heilsuskúlanum á Skúladeplinum í Suðuroy.