Blákrossheimið

Blákrossheimið hevur til endamáls at veita bæði samdøgursviðgerð, harí eisini avrúsing, umframt ambulanta viðgerð.

Samdøgursviðgerð, familjuviðgerð, ambulant viðgerð og eftirviðgerð er staðsett á Blákrossheiminum.

Ambulant viðgerð, eftirviðgerð, ambulant ungdómsviðgerð og ambulant familjuviðgerð er eisini staðsett í Tórshavn.

Samdøgursviðgerðin koyrir í einum spori:

  • viðgerð til tey, sum eru 18 ella eldri

Ambulanta viðgerðir koyrir í fýra sporum:

  • ambulant ungdómsviðgerð - fyri tey frá 15 til 18 ár
  • ambulant viðgerð - fyri tey, sum eru 18 ár og eldri
  • ambulant familjuviðgerð - fyri tey, sum eru 18 ár og eldri
  • ambulant eftirviðgerð - fyri tey, sum eru 18 ár og eldri

Á heiminum er pláss fyri 13 fólkum í samdøgursviðgerð. Viðgerðarstovnurin Blákrossheimið er sjálvsognarstovnur.

Samband

Blákrossheimið
við Pæturshús 2
FO-655 Nes

Tlf. +298 770770

blakrossheimid@blakross.fo
www.blakrossheimid.fo