Landssjúkrahúsið
Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum við umleið 29 serlæknaøkjum og 127 seingjaplássum. Innan fleiri onnur serlæknaøki er ráðgeving skipað, soleiðis at læknar uttanlands eru við í viðgerðini av sjúklingum á Landssjúkrahúsinum.
Uppgávan hjá sjúkrahúsinum er at kanna, viðgera, røkta og venja sjúklingar uppaftur. Sjúkrahúsið hevur eina bráðfeingis tilbúgvingarskipan alt samdøgrið innan tey stóru serlæknaøkini. Sjúkrahúsið hevur eisini sum uppgávu at vera við í útbúgvingini av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólkum.