Krabbameinsráðið er eitt ráð undir Heilsumálaráðnum. Endamálið hjá ráðnum er at ráðgeva og vegleiða politiska myndugleikanum og heilsumyndugleikanum í Føroyum. Fyrsta uppgávan verður at ráðgeva, hvussu tilmælini í Krabbameinsætlan fyri Føroyar 2022 verða sett í verk.

Harumframt fer krabbameinsráðið at umrøða og fylgja við í aktuellum og týdningarmiklum evnum innan økið. Við sínari ráðgeving og vegleiðing til landsstýriskvinnuna í heilsumálum, skal ráðið verða við til at stuðla undir eina góða og hóskandi framgongd á krabbameinsøkinum til gagns fyri sjúklingar og avvarðandi.

Krabbameinsráðið er mannað við limum, sum hava holla vitan innan krabbameinsøkið. Ráðið verður valt fyri fýra ár í senn.

Ráðslimir

  • Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum, formaður
  • Tummas í Garði, læknafakligur varastjóri,
  • Tordis Kristiansdóttir, yvirlækni í onkologi
  • Eyðfinnur Olsen, yvirlækni í parenkymkirurgi
  • Ingun Gaardbo, sjúkrarøktarfrøðingur, deildarleiðari á Vesturskin
  • Katrin Danielsen, kommunulækni
  • Magni Mohr, professari
  • Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum
  • Eyðvør Mortensen, deildarleiðari, Almannaverkið
  • Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsumálaráðnum