Farsóttarnevndin

Farsóttarnevndin ráðgevur og vegleiðir um handfaringina av alment vandamiklum og samfelagskritiskum sjúkum.

Í farsóttarlógini er ásett, at farsóttarnevndin er manna við seks føstum limum umframt trimum limum, sum landsstýriskvinnan velur. Føstu limirnir í farsóttarnevndini eru fútin, stjórin í Fólkaheilsustýrinum, landslæknin, stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, landsdjóralæknin og stjórin á TAKS.

Limirnir í nevndini eru:

  • Michael Boolsen, fúti og formaður í nevndini
  • Bjørgfríð Ludvig, fyribilssettur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum
  • Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum
  • Lars Fodgaard Møller, landslækni
  • Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
  • Birna Mørkøre, landsdjóralækni
  • Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS
  • Gunnvá Guttesen, varastjóri við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum
  • Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum

Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í tí føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt, um so er, at tey ikki verða flokkað undir eitt annað málsøki, sum ikki er yvirtikið.

Farsóttarøkið varð formliga yvirtikið frá donskum myndugleikum 1. januar 2024. Farsóttarnevndin er mannað við heimild í § 3 í «Lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme», sum varð sett í gildi við kongligari fyriskipan nr. 655 frá 14. juni 2011.