Apoteksverkið
Apoteksverkið er stovnur undir Heilsumálaráðnum, og fevnir um Tjaldurs Apotek, Eysturoyar Apotek, Norðoya Apotek, Suðuroyar Apotek og Landsapotekaraembætið.
Apoteksverk Føroya hevur einkarætt at framleiða, flyta inn, flýggja út, hava á goymslu, handla við og pakka heilivág, uttan so at annað er ásett í apotekslógini ella reglum við heimild í apotekslógini.
Landsapotekarin hevur eftirlit við, at lógin og ásetingarnar við heimild í lógini verða hildnar.
Lógargrundarlagið undir Apoteksverkinum er Ll. nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág við seinni broytingum (apotekslógin), umframt kunngerðir lýstar við heimild í apotekslógini.