Sálarlig heilsa

Psykiatriski depilin er snúningsásurin fyri arbeiðið við sálarligari heilsu í heilsuverkinum. Landsstýrið raðfestir økið høgt, og vil skapa betri karmar fyri dygdargott arbeiði framyvir. Psykiatriski depilin flytur í nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, tá ið bygningurin verður tikin í nýtslu.

Miðvísa arbeiðið við at skipa og útbyggja eina føroyska heildarpsykiatri heldur fram. Fleiri tættir eru í hesum. Á Psykiatriska deplinum verða viðgerðartilboðini dagførd millum annað við at umleggja meira til ambulantar viðgerðir.

Økispsykiatriin veitir ambulanta tænastu á deplinum, og fer út í øll økini kring Føroyar.

PSYKIATRILÓG FRÁ 2009

Psykiatrilógin varð sett í gildi frá 1. oktober 2009. Við lógini eru krøvini til nýtslu av tvingsli innan psykiatriina herd, nýggjar fyriskipanir vórðu settar í verk, og rættindini hjá sjúklingum, ið verða settir undir tvingsil, munandi styrkt. Lógin varð seinast broytt í 2023.