Sjúklingaráðið

Landsstýriskvinnan velur fimm limir í sjúklingaráðið, eftir uppskoti frá sjúklingafeløgum, sum umboða sjúklingar, ið vanliga verða viðgjørdir á sjúkrahúsunum. 

Uppgávur og ábyrgdir hjá nýggja sjúklingaráðnum eru at ráðgeva landsstýriskvinnuni í sambandi við uppskot til løgtingslógir og kunngerðir, um uppskotini hava týdning fyri veitingar til sjúklingar, umframt at viðgera yvirskipað viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar. Hetta merkir millum annað, at sjúklingaráðið skal gera hoyringsskriv, luttaka í arbeiðsbólkum, og hava fastar árligar fundir við landsstýriskvinnuna.

Sjúklingaráðið verður valt eftir hvørt løgtingsval. Limirnir í sjúklingaráðnum verða sitandi í ráðnum, til nýggir limir eru settir.

Sjúklingaráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara.

Sjúklingaráðið varð seinast valt í oktober 2022.

Samband

Limir í Sjúklingaráðnum:

  • Jákup N. Olsen, Tórshavn, formaður
  • Poula Reinert Olsen, Nes, næstforkvinna
  • Hilmar Augustinussen, Tórshavn, skrivari
  • Emil Michelsen, Øravík
  • Hergerð Joensen, Miðvágur