Farið er undir at fyrireika Sjúkrahúsverkið til at gerast universitetssjúkrahús
Eitt universitetssjúkrahús er eitt sjúkrahús, sum umframt tað vanliga virksemið, ið er at viðgera sjúklingar, eisini fremur gransking og tekur sær av útbúgving av heilsustarvsfólki, eitt nú læknum og sjúkrarøktarfrøðingum, í tøttum samstarvi við eitt ella fleiri universitet. Eitt universitetssjúkrahús hevur eisini ta fakligu viðurkenning sum krevst, til at starvsfólk og granskarar kunnu vinna sær akademisk heiti við teirra virksemi har.
At Sjúkrahúsverkið verður universitetssjúkrahús, kemur sjúklingunum í Føroyum til góðar. Gransking vísir, at sjúkrahús sum raðfesta, at teirra heilsustarvsfólk fáa umstøður og tíð til gransking og undirvísing, veita betri sjúklingaviðgerð. Harumframt eru sannlíkindini størri fyri, at granskað verður meira í serføroyskum viðurskiftum, tá ið granskingin fer fram í Føroyum.
Við einum universitetssjúkrahúsi verður eisini møguligt at bjóða heilsustarvsfólki bæði størv og granskingarmøguleikar. Mett verður, at tað fer at vekja áhugan hjá fleiri læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki at starvast í Sjúkrahúsverkinum.
Semjuskjal um heilsugransking og undirvísing
Avtalan millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um heilsugransking og undirvísing er ein av fortreytunum fyri, at Sjúkrahúsverkið kann gerast universitetssjúkrahús.
Í fleiri ár hevur Landssjúkrahúsið verið útbúgvingarstaður, og samstarvsavtalur hava verið millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Í sambandi við, at umskipanir hava verið á heilsuøkinum, har Heilsugranskingareindin er sett á stovn, varð nýgg samstarvsavtala millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið undirskrivað í juni 2024.