Klaksvíkar Sjúkrahús
Klaksvíkar sjúkrahús hevur eina felags seingjadeild fyri heiliráð- og skurðøkið, ið hevur 22 føst seingjarpláss. Afturat eru 4 pláss til dagskurð, 3 til viðrakning og 1 akuttpláss.
Á Klaksvíkar sjúkrahúsi verður viðgerð veitt innan medisin og kirurgi. Hjálparlæknar røkja forvaktina, meðan kirurgur røkjur dagliga virksemið á skurðgongini. Avloysarar røkja sergreinina anæstesi. Klaksvíkar sjúkrahús samstarvar við Landssjúkrahúsið innan læknaligu serøkini, millum annað er samstarv við røntgenlækna.
Klaksvíkar sjúkrahús hevur fastar avtalur við serlæknar í øðrum greinum, t.d. innan knæ- og mjadnakirurgi, hondkirurgi, akslakirurgi og urologi. Harumframt er landsfevnandi svøvnkøvuambulatorium, ryggambulatorium og serligt viðgerðartilboð til børn. Sjúkrahúsið hevur harumframt endurvenjingartilboð, eitt nú til fólk við gikt og sklerosu.
Klaksvíkar sjúkrahús hevur rannsóknarvirksemi í Læknamiðstøðini í Gøtudali og á Heilsudepilinum við Skálafjørðin í Runavík.
Endurvenjing fyri seinheilaskaða er skipað á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Ein samstarvsavtala er við Klaksvíkar Sjúkrahús um Læknavaktina (1870). Tey, sum verða ávíst til Læknavaktina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fáa upplýst eina tíð, tá tey skulu møta á sjúkrahúsinum.