Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum og er eitt tað størsta einstaka arbeiðsplássið í landinum. Visjónin er at kunna bjóða føroyingum eina góða heilsutænastu á alsamt fleiri økjum í Føroyum, og har hetta ikki er møguligt,  tryggja sjúklingum viðgerð ígjøgnum gott samstarv við sjúkrahús uttanlands.

Á Landssjúkrahúsinum eru ca. 850 starvsfólk býtt í umleið 30 starvsbólkar, 127 seingjarpláss og um 29 serlæknaøkjum, íroknað 9 konsulentøkir. Innan fleiri onnur serlæknaøki er ráðgeving skipað, soleiðis at læknar uttanlands eru við í viðgerðini av sjúklingum á Landssjúkrahúsinum.

Uppgávan hjá sjúkrahúsinum er at kanna, viðgera, røkta og venja sjúklingar uppaftur. Sjúkrahúsið hevur eina bráðfeingis  tilbúgvingarskipan alt samdøgrið innan tey stóru serlæknaøkini.

Landssjúkrahúsið hevur eina stjórn, sum tekur tær yvirskipaðu avgerðirnar á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrahússtjórin, sum eisini er forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, hevur evstu ábyrgd mótvegis Heilsumálaráðnum.

Aðalmálið hjá Landsjúkrahúsinum, saman við Sjúkrahúsverkinum, er at veita eina dygdargóða heilsutænastu alt lívið. Sjúkrahúsverkið veitir heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð, og er málið at veita dygdargóðar heilsutænastur, bornar av vitan og tænastusinni. Vitan fevnir um fakliga vitan, førleikar og menning, tøkni í breiðastu merking og mentan, sum er opin og fevnandi. Tænastusinni er ein uppliving av at vera í miðdeplinum, uppliving av góðari tænastu og uppliving av nærlagni.