
NOMESCO
Heilsumálaráðið luttekur í norðurlendska samstarvinum NOMESCO (the Nordic Medico-Statistical Committee), sum er ein nevnd undir Norðurlandaráðnum.
Endamálið við NOMESCO er:
- at hava ábyrgdina av, at heilsuhagtølini í Norðurlondum verða samskipað
- at gera hagtølini betri at samanbera
- at upplýsa um norðurlendskt virksemi við hagtølum um heilsu
- at samskipa og taka lut í altjóða hagfrøðiligum samstarvi
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá NOMESCO.