Ein nýggjur politikkur fyri alt heilsuverkið við langtíðarætlanum og ítøkiligum málum og visjónum. Hetta er heilsupolitikkurin, sum verður orðaður í løtini, og eftir ætlan handaður landsstýriskvinnuni í ár (2025).

Hvat er heilsupolitikkur?

Ein heilsupolitikkur er ein felags ætlan fyri, hvussu vit tryggja bestu heilsutænasturnar til føroyingar. Hesin leggur lunnar undir eitt burðardygt og gott heilsuverk, sum bæði røkkur dagsins avbjóðingum og framtíðar tørvi. Visjónin er, at føroyska heilsuverkið skal vera á støði við bestu heilsuverkini í heiminum.

Hvat skal heilsupolitikkurin gera?

Heilsupolitikkurin skal:

  • Styrkja fyribyrging og heilsufremjan
  • Tryggja, at røtt viðgerð verður veitt á røttum stað og til rætta tíð
  • Leggja dent á politiskar, fakligar og almennar raðfestingar, sum stuðla undir vælferð í samfelagnum
  • Tryggja, at heilsuverkið er burðardygt og dygdargott í framtíðini.