Heildarætlan fyri demens
Í heilsupolitiskum høpi kann væntast, at vaksandi eldrabólkurin kemur at økja um talið av fólkum við kroniskum sjúkum. Hesin vaksandi bólkurin er ein avbjóðing, tí hann fer at krevja ein økjandi part av tilfeinginum í Almannaverkinum og í Heilsuverkinum.
Ábyrgdarbýtið millum primeru og sekunderu heilsutænastuna eigur at skipast betur, og tilboðini til fólk við demensi eiga at samskipast, so fólk við demensi og avvarðandi teirra altíð eru greið yvir, hvar tey skulu venda sær. Í tí sambandi er ein heildarætlan fyri demensøkið gjørd.
Ein bólkur av fakfólki á Psykiatriska deplinum, Landssjúkrahúsinum, Nærverkinum, Alzheimerfelagnum, Kommunulæknafelagnum, demenssamskiparar og konsulenttænastu hevur gjørt ætlanina.