Vísindasiðseminevndin

Vísindasiðseminevndin (VSN) er tann føroyska økisnevndin hjá National Videnskabsetisk Komité (NVK).  

VSN er sett við heimild í  “Lov om et videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter sum varð sett í gildi við kongligari fyriskipan í 2013, seinast broytt 29. juni 2021. 

Uppgávan hjá VSN er at meta um og geva loyvi til at seta heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir í verk í Føroyum.

VSN hevur regluligan fund eina ferð um mánaðin - vanliga síðsta hósdag í mánaðinum.

Umsóknir og fyrispurningar skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 15. í mánaðinum. Fráboðanarskjøl á føroyskum og enskum, umframt broytingarskjøl, eru niðanfyri.

Fyri at VSN skal viðgera umsóknirnar, er umráðandi, at umsóknirnar eru fullfíggjaðar, sí vegleiðing her: 

Tjeklister og dokumenter til anmeldelse af andre sundhedsvidenskabelige forsøg | De Videnskabsetiske Komitéer (videnskabsetik.dk)

Vísindasiðseminevndin varð seinast vald í apríl 2023.

Send fráboðan um granskingarverkætlan

Fráboðan til Vísindasiðseminevndina á føroyskum

Fráboðan til Vísindasiðseminevndina á enskum

Fráboðan til Vísindasiðseminevndina av ískoytisverkætlan/amendment/broyting

 

 

 

Samband

Vísindasiðsemisnevndin
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: vsn@vsn.fo

Telefon: 734011

Telefontíð:

Mánadag, týsdag og hósdag kl. 10-12

Limir í nevndini

Gunnhild Helmsdal, cand. med., kommunulækni, forkvinna

Kári Purkhús, lívfrøðingur, næstformaður

Hilmar Augustinussen, KT-serfrøðingur, limur í Sjúklingaráðnum og Alzheimerfelagnum

Marnar Fríðheim Kristiansen, cand. med., lækni

Jóhanna Petersen, cand. med. PhD, yvirlækni

Poula Reinert Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur

Sólja í Ólavsstovu, løgfrøðingur