Suðuroyar Sjúkrahús
Suðuroyar sjúkrahús hevur eina felags seingjardeild fyri heiliráð- og skurðøkið við 26 seingjarplássum. Uppgávan hjá sjúkrahúsinum er at kanna, viðgera, røkta og venja sjúklingar uppaftur.
Á Suðuroyar sjúkrahúsi eru settir ein yvirlækni innan kirurgi, ein medisinskur yvirlækni og ein yvirlækni í anæstesi, sum eisini er serlækni í pínuviðgerð. Á skurðøkinum verður viðgerð veitt m.a. innan urologi, ortopædi, plastikkkirugi og almenna kiurgi. Suðuroyar sjúkrahús hevur eina bráðfeingis tilbúgvingarskipan alt døgnið.
Sjúkrahúsið hevur umframt egna rannsóknarstovu, eisini rannsóknarstovuvirksemi á Læknamiðstøðini í Vági tvær ferðir um vikuna.
Samsvarandi menningarætlanini hevur sjúkrahúsið landsdekkandi pínuviðgerð. Afturat serlæknanum í pínuviðgerð verða stuðulstænastur veittar innan sálarfrøði, sjúkrarøkt, sosialráðgeving, fysioterapi og ergoterapi. Sjúkrahúsið hevur harumframt onnur endurvenjingartilboð, eitt nú til fólk við parkinson.
Ein samstarvsavtala er við Suðuroyar Sjúkrahús um Læknavaktina (1870). Tey, sum verða ávíst til Læknavaktina á Suðuroyar Sjúkrahúsi, fáa upplýst eina tíð, tá tey skulu møta á sjúkrahúsinum.