Apoteksverkið
Apoteksverkið fevnir um Tjaldurs Apotek, Eysturoyar Apotek, Norðoya Apotek, Suðuroyar Apotek og Landsapotekaraembætið.
Apoteksverkið hevur einkarætt at framleiða, flyta inn, flýggja út, hava á goymslu, handla við og pakka heilivág, uttan so at annað er ásett í apotekslógini ella reglum við heimild í apotekslógini.
Høvuðsuppgávan hjá landsapotekaranum er at hava eftirlit við tí heilivági o.ø., sum verður innfluttur, seldur ella framleiddur í Føroyum.