Tannheilsan hjá børnum í Føroyum
Sambært hagtølum er tannheilsan hjá børnum og ungum batnað munandi frá 1991, tá bert 12 prosent av teimum 12 ára gomlu høvdu frískar tenn, hetta í mun til at heili 67 prosent av teimum 12 ára gomlu í 2019 høvdu púra frískar tenn. Hóast tað, verður eisini staðfest, at tannheilsan kann gerast uppaftur betri.
Í 1991 vóru tannlæknarnir í Føroyum samdir um at fara undir at skráseta øll skúlabørn fyri tannsjúkur eftir altjóða reglum hjá WHO, fyri at fáa nágreinilig tøl at lýsa tannheilsustøðuna hjá føroyskum børnum. Lógin um barnatannrøkt var tá bert galdandi fyri 7–14 ára gomul børn.
Í 1998 víðkaðist lógin um ókeypis tannrøkt til at galda fyri øll børn og ung í 0–15 ára aldri.
Í 2014 víðkaðist lógin um ókeypis tannrøkt til eisini at fevna um tey 16–17 ára gomlu.
Sostatt fáa øll føroysk børn og ung í aldrinum 0–17 ár nú tilboð um ókeypis tannrøkt.
Kariesskráseting, ið er umbiðin av Heilsumálaráðnum, verður givin út annaðhvørt ár.
Norðurlendsk frágreiðing um tannheilsu í norðanlondum, tann seinasta dagførd í 2018, vísir, at tey føroysku 12 ára gomlu hava tær triðbestu tenninar í Norðurlondum. Tó er enn rúm fyri at vera enn betri. Eitt nú høvdu 79 prosent av donsku børnunum í sama aldri frískar tenn.
Tú finnur frágreiðingarnar í høgra bredda.