Klaksvíkar Sjúkrahús

Klaksvíkar sjúkrahús hevur eina felags seingjadeild fyri heiliráð- og skurðøkið, ið hevur 22 seingjapláss. 

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi er settur ein yvirlækni innan medisin og tveir yvirlæknar innan kirurgi. Avloysarar røkja sergreinina anæstesi, og hjálparlæknar røkja forvaktina. Ryggambulatorium og serligt viðgerðartilboð er til børn. Klaksvíkar sjúkrahús samstarvar við Landssjúkrahúsið innan læknaligu serøkini. Millum annað er samstarv við røntgenlækna. Av og á koma serlæknar í øðrum greinum á sjúkrahúsið, millum annað innan urologi, handkirurgi og akslakirurgi.

Eina ferð um vikuna hevur rannsóknarstovan á Klaksvíkar sjúkrahúsi opið í Læknamiðstøðini í Gøtudali, umframt í Runavík. 

Samband

Klaksvíkar Sjúkrahús
Sjúkrahúsbrekka 1
700 Klaksvík

Tlf. 454545
Fax 457824
ks@ks.fo