
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið er skipað við trimum sjúkrahúsum. Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur evstu ábyrgd av sjúkrahúsverkinum.
Sjúkrahúsverkið átekur sær sjúkugreiningar, viðgerðir og røkt av bæði likamliga og sálarliga sjúkum fólki. Harumframt stendur Sjúkrahúsverkið á odda fyri allari heilsugransking í Føroyum, at skipa universitetssjúkrahús í Føroyum, at menna og viðlíkahalda føroysku talgildu heilsuskipanina.
Sjúkrahúsverkið fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús, Sjúklingahotellið Tórshavn og annað. Ein felags leiðsla er skipað fyri tey trý sjúkrahúsini.