Heilsutrygd
Uppgávan hjá Heilsutrygd er at umsita lógina um almenna heilsutrygd.
Heilsutrygd umsitir og avroknar stuðul til meginpartin av primeru heilsutænastunum í Føroyum, herundir kommunulæknaviðtalur, læknahjálp til serlækna, stuðul til hjálparráð, ískoyti til viðgerð hjá tannlækna, fysioterapeuti, sálarfrøðingi, kiropraktor o.a.
Í samstarvi við Apoteksverkið umsitir Heilsutrygd eisini skipanina við heilivágstilskoti.
Heilsutrygd umsitir Kommunulæknaskipanina, Gigni og Økisheilsuskipanina, umframt at hava havt eftirlit við stovnum, ið veita viðgerð fyri bundinskap.
Endamálið við Heilsutrygd er at hava eina samhaldsfasta almenna heilsutrygd, ið tryggjar, at allir borgarar verða javnsettir viðvíkjandi inngjaldi og tænastum.
Heilsutrygd varð skipað tann 1. januar 2010. Heilsutrygd avloysti gomlu sjúkrakassaskipanina, sum varð skipað við 11 sjúkrakassum kring landið. Heilsutrygdarskipanin byggir víðari á sjúkrakassaskipanina, og eitt aðalmál hevur verið, at í minsta lagi at varðveita sama veitingar- og ískoytisstøðið, sum í gomlu skipanini.