Koppseting

Persónar við føstum bústaði í Føroyum kunnu fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri ávísum smittandi sjúkum. Koppsetingar fara fram hjá egnum kommunulækna.

Børn og ung

Tær sjúkur, ið koppsett verður fyri, eru kikhosti, difteri, stívkrampi, polio, meslingar, reydlingar og fárasjúka. Harafturat kunnu børn yngri enn 6 ár verða koppsett fyri Hæmophilus influensu, typu B og børn yngri enn 2 ár fyri pneumokoksjúku.

MFR-koppseting til vaksin

Kvinnur, sum hava fylt 18 ár, kunnu verða koppsettar ókeypis fyri reydlingum. Persónar, ið hava fylt 18 ár, og sum ikki hava havt meslingar og ikki eru koppsettir fyri meslingum, kunnu verða koppsettir ókeypis fyri meslingum.

HPV-koppseting

Gentur og dreingir í aldrinum 12-17 ár kunnu verða koppsett ókeypis fyri humant papillomavirus HPV.

Koppseting fyri influensu

Persónar, ið hava fylt 65 ár, persónar í vandabólki og ávís heilsustarvsfólk kunnu verða koppsett ókeypis fyri influensu.

Koppseting fyri hepatitis

Koppsetingin fyri hepatitis verður veitt ávísum bólkum ókeypis.

Koppseting fyri pneumokokkum til ávísar persónar

Persónar, sum hava fylt 65 ár, og persónar í vandabólki kunnu verða koppsett ókeypis fyri pneumokokkum.

Koppseting fyri kikhosta til barnakonur

Barnakonur kunnu verða koppsettar ókeypis fyri kikhosta frá 28. barnsburðarviku at rokna.

COVID-19

Persónar, ið hava fylt 65 ár, persónar í vandabólki, og ávís heilsustarvsfólk kunnu verða koppsett ókeypis fyri COVID-19.