Læknavaktin 1870

Læknavaktin 1870 er ætlað teimum, sum brádliga gerast sjúk, Læknavaktin svarar eftir kl. 16 gerandisdagar umframt alt samdøgrið í vikuskiftinum og halgidagar, tá fólk ikki kunnu ringja til sín egna kommunulækna. Fólk við psykiatriskum førleikum starvast í kvøldvaktunum allar dagar, og tað er frá kl. 16.00 til 23.00.

Øll, sum hava tørv á Læknavaktini, skulu ringja á telefon 1870. Læknavaktin heldur til í hølum á Landssjúkrahúsinum.

Upplatingartíðir:

Mánadag-fríggjadag kl. 16.00-08.00.
Vikuskifti og halgidagar er opið alt samdøgrið.

Meria fæst at vita um Læknavaktina her - Læknavaktin 1870