Heilsugransking í Føroyum

Øll heilsugransking í Føroyum er skipað í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

Heilsugranskingareindin varð sett á stovn 1. januar 2023. Áðrenn tað fór heilsugransking fram í Sjúkrahúsverkinum, á Ílegusavninum, í Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, í Fólkaheilsuráðnum og á Fróðskaparsetur Føroya.

Við granskingareindini verður øll heilsugransking í Føroyum savnað á einum stað, har umstøður eru at fáa eitt granskingarumhvørvi, har granskarar hava møguleika fyri at deila vitan og royndir, og á tann hátt fáa sínámillum samstarv og samvirkan. Eisini verður syrgt fyri best møguligum umstøðum til bæði ta praktisku granskingina og tann fyrisitingarliga og umsitingarliga partin av henni. Í granskingareindini skal vera pláss fyri 25 granskarum.

Gransking innan heilsu í Føroyum og í føroyskum heilsuviðurskiftum er av stórum týdningi fyri føroyingar og føroyska heilsuverkið. Tað er avgerandi at vit ganga á odda tá tað kemur til at granska verður í okkara egnu heilsuviðurskiftum fyri at innlit í, hvussu tey eru í mun til aðrastaðni. Ávís viðurskifti eru serføroysk. Um eingin granskar í hesum viðurskiftum, verður eingin vitan um serføroysku fyribrigdini.

 

Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum

Les meira um heilsugransking í Sjúkrahúsverkinum her: