Nýggj krabbameinsætlan:
Lógartryggjað viðgerðartrygd fyri krabbamein

Millum nógvu tilmælini í nýggju krabbameinsætlanini eru herd átøk ímóti royking, screening fyri tarmkrabba og víðkað tilboð um screening fyr lívmóðurhálskrabba, endurmenning av krabbameinssjúklingum, endurnýggjan av viðgerðartólum, uppraðfesting av palliasjón og nógv annað. Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um nýggju ætlanina og ikki minst um lógarfestu viðgerðartrygdina, sum er ein hornasteinur í henni. Hann er eisini til reiðar at seta tey fyrstu átøkini í verk beinanvegin.

Sí alt tíðindaskrivið her

Stýrisbólkurin fyri verkætlanina

  • Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum (forkvinna)
  • Tummas í Garði, varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum
  • Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum

Verkætlanarbólkurin

  • Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsumálaráðnum (formaður)
  • Petur Joensen, fulltrúi í Heilsumálaráðnum
  • Kristianna Larsen á Lofti, leiðslufulltrúi í Heilsumálaráðnum (í bólkinum til september 2021)
  • Irena Nolsø, fulltrúi í Heilsumálaráðnum (í bólkinum frá september 2021)
  • Tordis Kristiansdóttir, yvirlækni og serlækni í onkologi á Landssjúkrahúsinum
  • Eyðfinnur Olsen, yvirlækni og serlækni í kirurgi og kirurgiskari gastroenterologi á Landssjúkrahúsinum
  • Elin Jacobsen, sjúkrarøktarfrøðingur á Onkologiska Ambulatorium á Landssjúrkrahúsinum
  • Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum
  • Bjarni Wardum, kommunulækni