Viðgerð fyri bundinskap av rúsdrekka og rúsevnum
Játtan verður veitt til trý viðgerðarstøð í Føroyum.
Viðgerðarstovnurin Heilbrigdi
Heilbrigdi er ein viðgerðarstovnur, sum síðan 1986, hevur hjálpt fólki, sum eru komin út í bundinskap av rúsdrekka ella øðrum rúsevnum. Stovnurin hevur 11 viðgerðarpláss umframt familjuviðgerð.
Viðgerðarheimið Heilbrigdi er sjálvsognarstovnur.
Viðgerðarstovnurin Blákrossheimið
Blákrossheimið veitir viðgerð til menniskju, sum eru rúsbundin og teirra avvarðandi. Á heiminum eru 14 viðgerðarpláss umframt ambulant viðgerðartilboð til ung, yngri enn 18 ár við rúsevnatrupulleikum.
Viðgerðarstovnurin Blákrossheimið er sjálvsognarstovnur.
Viðgerðarstovnurin Frælsi
Frælsi er eitt tilboð til ung í aldrinum 18 til 25 ár, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum. Viðgerðarstovnurin Frælsi hevur 8 viðgerðarpláss umframt at skipa fyri skeiðum fyri avvarðandi.
Viðgerðarstovnurin Frælsi er sjálvsognarstovnur.