Tveir nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 108.159 kanningar.
Báðir tilburðirnir vórðu staðfestir í Føroyum. Annar persónurin, sum hevur fingið staðfest smittuna, er partur av einari smittuketu, sum Landslæknin kennir til. Í hinum førinum er talan um ein persón, sum hevur verið uttanlands, og sum hevur latið seg kanna á sætta degi eftir komu aftur til Føroya. Báðir persónar eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Tilsamans hava 418 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 410 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 8 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 12. september kl. 13:21
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen // Kringvarp Føroya