![Ongin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið](https://landsstyri.cdn.fo/savn/13874/corona-mynd.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=oydqMefMSGXbAZeFjsjgqNehVmA)
Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6963 kanningarúrslit.
Sostatt er eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 184 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 30.apríl 2020 klokkan 07.05