![Ongin nýggjur tilburður](https://landsstyri.cdn.fo/savn/13981/science-test-tubes.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=imLw5wd79IY46Pok8L8sMZcEZi8)
Í løtuni er ongin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 9.857 kanningar.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.
180 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Ongin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur ongin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 3.587 kanningunum.
Ongin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið 3. juni 2020 kl. 12:24