Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum hevur fyri stuttum útnevnt eitt nýtt Fólkaheilsuráð.
Landsstýrismaðurin útnevnir sjey limir í Fólkaheilsuráðið, og verða hesi vald fyri fýra ár í senn.
Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi, heldur áfram sum formaður. Súsanna Olsen, varastjóri í Klaksvíkar sjúkrahúsi, verður nýggj næstforkvinna.
Hini, ið eru vald í Fólkaheilsuráðið, eru:
- Unnur S. Fonn, lærari á Skúlatrøð
- Hallur Thomsen, viðskiftastjóri á Almannaverkinum
- Katrina L. Holm, sálarfrøðingur
- Katrin Danielsen, kommunulækni
- Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur
Uppgávurnar hjá Fólkaheilsuráðnum eru m.a. at ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk og at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk verða sett í verk og framd.
Í sambandi við at tað nýggja Fólkaheilsuráðið tók við, helt Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður eina røðu fyri teimum nývaldu, afturvaldu og fráfarandi limunum.
Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast niðanfyri
Góðu fráfarandi limir og tit, sum fara at manna Fólkaheilsuráðið.
Fólkaheilsuráðið, ið nú hevur sitið í 4 ára, skal sambært lóg setast av nýggjum. Nøkur av tykkum halda fram og onnur ikki, meðan nýggj fólk eisini verða sett at mynda Fólkaheilsuráðið.
Í hesum sambandi fari eg at takka tykkum, sum hava sitið í ráðnum, fyri tykkara arbeiði og ágrýtni. Samstundis fari eg at bjóða tykkum, sum fara at mynda ráðið frameftir, væl komin.
Vit kunna enn einaferð staðfesta, at Fólkaheilsuráðið er ein týdningarmikil varði í samfelagnum, sum er komin fyri at verða. Nú samfelagið koyrir við fullari ferð, og krøvini økjast í gerandisdegnum, kunna vit enn einaferð staðfesta, at vit hava brúk fyri tykkum.
Øll ynskja vit eina góða heilsu og eitt gott lív. Fyri at hetta skal kunna eydnast, eiga vit alt lívið at hugsa um, hvussu vit fara við okkum sjálvum; hvat vit eta og drekka, hvussu nógv vit røra okkum, hvussu vit best kunna megna ein stressaðan gerandisdag. Hóast tey flestu vita, hvussu vit náa eitt heilsugott lív, er tó neyðugt at verða mint á hetta ferð eftir ferð.
Tit, ið hava mannað Fólkaheilsuráðið, eru sera dugnalig og hava klárað á ein lættan hátt at bera boðskapin um eitt heilsugott lív og hava eisini fingið fólkið við. Tit hava amboðini og duga at brúka tey. Sigast kann, at í dag hugsa fólk nógv um sjálvsábyrgd fyri egnari heilsu og royna at liva eftir tí. Hetta hevur so aftur við sær eitt nøgdari og sunnari samfelag, sum kann hava við sær sparing á heilsuøkinum.
Sambært endamálsorðingina fyri Fólkaheilsuráðið stendur millum annað:
“Fólkaheilsuráðið hevur sum uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. “ og “At skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk í fólkaheilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd.”
Sigast kann, at Fólkaheilsuráðið hevur so dyggiliga arbeitt sambært endamálsorðingini. Á hvørjum ári, síðani fyrsta Fólkaheilsuráðið varð valt í 2000, hava tit sett fleiri ymisk átøk í verk. Tit hava megnað at fingið vanliga føroyingin at ment tilvitskuna um heilsugóða lívsførslu; fingið fólk at hugsa øðrvísi um kostvanar, drykkjuvanar og rørslu. Roykivanar eru fullkomiliga broyttir; fá roykja, og langt er síðani, at fólk royktu innandura, sum vit kunna gleðast um.
Í hesum døgum hava tit gjørt eitt átak viðvíkjandi rørslu, sum tit nevna “Hvør metur telur”, har fólk sjálvi kunna tasta tað, tey hava gingið ella runnið, inn á eina app hjá Fólkaheilsuráðnum og soleiðis vera við, kanska sum eina kapping millum vinfólk ella at seta sær sjálvum mál.
Hóast vit eru komin langt á fólkaheilsuøkinum, so fer altíð at verður tørvur á at raðfesta tey átaksøki, sum fokus longu hevur verið sett á. Eg kann einaferð enn nevna nøkur av teimum: kostur, rørsla, royking, rúsdrekka o.s.fr. Samstundis fer tað altíð at vera neyðugt at samantvinna eina heildarhugsan við hesum inn í gerandisdagin hjá fólki.
Tað fer framhaldandi at vera tørvur á Fólkaheilsuráðnum bæði til nýhugsan og til at minna fólk á at ansa eftir heilsuni og at taka røttu valini.
Mítt ynski er, at tit, sum nú fara at manna Fólkaheilsuráðið, fara at seta fokus á og framhaldandi fara at taka tey sálarveiku við í tykkara ætlan og geva teimum rúmd, so at sálarheilsa altíð verður javnsett við likamliga heilsu, tá talan er um fólkaheilsu.
Einaferð enn fari eg at takka tykkum, sum nú fara úr Fólkaheilsuráðnum, fyri tað stóra arbeiði, sum tit hava lagt í, og sum fer at liggja eftir, nú tit fara úr ráðnum.
Somuleiðis fari eg at ynskja tykkum, sum eru nýsett og tykkum, sum eru afturvald, blíðan byr fram á leið.