08.04.2022 · Heilsumálaráðið

Nýggj krabbameinsætlan: Lógartryggjað viðgerðartrygd fyri krabbamein

Nýggj krabbameinsætlan: Lógartryggjað viðgerðartrygd fyri krabbamein

Millum nógvu tilmælini í nýggju krabbameinsætlanini eru herd átøk ímóti royking, screening fyri tarmkrabba og víðkað tilboð um screening fyr lívmóðurhálskrabba, endurmenning av krabbameinssjúklingum, endurnýggjan av viðgerðartólum, uppraðfesting av palliasjón og nógv annað. Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um nýggju ætlanina og ikki minst um lógarfestu viðgerðartrygdina, sum er ein hornasteinur í henni. Hann er eisini til reiðar at seta tey fyrstu átøkini í verk beinanvegin.

“Á krabbameinsøkinum eiga vit at miða móti somu gongd sum t.d. á hjartaøkinum. Tað skulu færri doyggja av krabbameini. Fyri at tað skal verða, skulu fyri tað fyrsta færri fáa sjúkuna, og um hon kortini verður staðfest, skulu viðgerðirnar tryggja, at færri doyggja.”

Soleiðis ljóðar eitt brot í nýggju krabbameinsætlanini hjá Heilsumálaráðnum, “Krabbameinsætlan fyri Føroyar 2022”, sum nú er handað landsstýrismanninum í heilsumálum, og brotið tekur væl saman um aðalmálið við ætlanini – at størri áherðsla á fyribyrging skal minka um títtleikan av krabbasjúkum, og at betri viðgerðartilboð skulu tryggja, at fleiri blíva frísk ella kunnu liva leingi við sjúkuni.

Samanberingin við hjartaøkið er grundað á góðu gongdina á tí økinum. Í 2007 doyðu umleið 150 føroyingar av hjarta- og æðrasjúkum, men í 2019 var tað talið minkað niður um 100. Í hesum tíðarskeiðnum hevur krabbamein yvirhálað hjarta- og æðrasjúkur sum fremsta deyðsorsøk í Føroyum.

69 tilmæli

Fyri at røkka málinum hevur nýggja krabbameinsætlanin ikki færri enn 69 tilmæli, sum eru býtt á hesi øki: Betri hagtalsgrundarlag, fyribyrging av krabbameini, screening, endurmenning, samskipað sjúklingagongd og palliasjón.

Ov drúgt verður at lýsa øll tilmælini, so her verður bert nomið við nøkur teirra.

Í fyribyrgingarpartinum verður stórur dentur lagdur á átøk at tálma royking, eitt nú við at víðka um roykfríu umhvørvini, hækka prísin á tubbaksvørum, taka av toll- og avgjaldsfrítøku á tubbaksvørur og alkohol, og mælt verður til, at Føroyar seta í gildi altjóða tubbakssáttmálan “Framework Convention on Tobacco Control”, sum limalondini í heimsheilsufelagsskapinum WHO hava samtykt. Eisini verður mælt til, at hægri skattur verður settur á ósunnar vørur, samstundis sum at skatturin á heilsugóðum vørum verður lækkaður.

Viðvíkjandi screeningum verður sum nakað nýtt mælt til, at landsfevnandi screening av tarmkrabba nú verður sett í verk í Føroyum.

Eisini verður mælt til, at aldursbólkurin, sum fær boðið bróstscreening, verður víðkaður frá 50-69 ár, ið er galdandi í dag, til 45-74 ár, og aldursbólkurin, sum fær boðið screening fyri lívmóðurhálskrabba, verður víðkaður frá 25-64 ár til 23-64 ár.

Á palliativa økinum verður mælt til, at palliasjón verður skipað sum landsumfatandi tænasta í Sjúkrahúsverkinum. Í tí sambandinum verður eisini mælt til, at ein serlækni við palliasjón verður settur sum skjótast at vera við til at byggja upp eina palliativa deild á Landssjúkrahúsinum.

Lógartryggjað viðgerðartrygd

Ein hornasteinur í nýggju krabbameinsætlanini er lógarfest viðgerðartrygd fyri krabbameinssjúkur. Eftir tilmælinum skal mest loyvda bíðitíðin til bæði útgreining og viðgerð fyri krabbamein ásetast í lóg, og lógin skal eisini tryggja, at sjúklingurin fær tilboð um ávísing til útgreining og viðgerð privat ella uttanlands í tann mun, føroyska sjúkrahúsverkið ikki fær hildið lógarfestu freistirnar.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um nýggju krabbameinsætlanina og ikki minst um lógarfestu viðgerðartrygdina.

Málið hjá samgonguni er viðgerðartrygd fyri allar sjúkur, og lógarfest útgreiningar- og viðgerðartrygd á krabbameinsøkinum er ein týðandi liður í hesum.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

Fyribyrging røkkur langt

Landsstýrismaðurin ætlar sær eisini beinanvegin undir ítøkilig átøk samsvarandi tilmælunum í krabbameinsætlanini. Hann hevur millum annað fest seg við, at sambært “Den europæiske kræfthandleplan” frá 2021, sum víst verður til í krabbameinsætlanini, kann fyribyrging og broyttur liviháttur – eitt nú tað at leggja av at roykja – skarva heili 40 prosent burtur av øllum krabbameinstilburðunum.

Tað er jú ikki smávegis, so langt vit kunnu røkka á krabbameinsøkinum bara við fyribyrging. Tí ætli eg eisini beinanvegin at taka stig til at gera eina fólkaheilsuætlan. Skjót sjúkustaðfesting og skjót og røtt viðgerð er eisini avgerandi fyri at bøta um møguleikarnar fyri bæði leking og lívsleingjan. Tí fara vit eisini framhaldandi at stremba eftir at seta fleiri serlæknar at betra um viðgerðargóðskuna, og eg ætli eisini at framskunda ætlanina um at seta screening fyri tarmkrabba í verk í Føroyum.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

Eftirmeting

Í nýggju krabbameinsætlanini er eisini ein eftirmeting av krabbameinstæltanini frá 2009. Har verður staðfest, at fleiri av teimum mest týðandi tilmælunum í tí ætlanini eru sett í verk. Eitt nú var bróstscreening sett í verk í 2017, og fyrsti krabbameinslæknin – onkologurin – var settur í starv í 2019. HPV-koppseting fyri bæði gentur og dreingir er eisini sett í verk, og vit hava fingið eina sjúklingatrygging at veita endurgjald fyri skaðar, sum eru íkomnir í sambandi við kanningar ella viðgerð í heilsuverkingum ella av reseptheilivági.

Fleiri medisinskar viðgerðir eru eisini tiknar heim at veita í føroyska Sjúkrahúsverkinum, meðan aðrar, samsvarandi tilmælunum í gomlu krabbameinsætlanini, ikki longur verða gjørdar í Føroyum, men verða ávístar at gera uttanlands.

Eftirmetingin vísir tó eisini á umstøður og viðurskifti á krabbameinsøkinum, sum tað enn liggur á láni at fáa í rættlag, men hond verður í stóran mun tikin um hesi við lógarfestu útgreiningar- og viðgerðartrygdini, ið mælt verður til í nýggju krabbameinsætlanini.

Fleiri tilburðir

Útgangsstøðið fyri at gera nýggju krabbameinsætlanina er vaksandi talið av krabbameinstilburðum í Føroyum, ið eru staðfestir síðan 2007. Tá vóru umleið 200 tilburðir um árið, men í 2019 var hetta talið komið upp ímóti 250. Ein orsøk er helst økingin í sjálvum fólkatalinum, og at tey eldru, sum hagfrøðisliga eisini eru í størri vanda fyri at fáa krabbamein, eru blivin lutfalsliga fleiri.

Hagtølini vísa tó, at sjálvt um árliga talið á krabbameinstilburðum er vaksið við umleið 25 prosentum frá 2007 til 2019, so er talið á teimum, sum doyggja av krabbameini ikki vaksið. Talið á deyðum hevur ligið nøkulunda støðugt á 100 um árið alt tíðarskeiðið.

Talið á føroyskum krabbameinssjúklingum, sum eru á lívi fimm ár eftir, at sjúkan bleiv staðfest, er eisini vaksið støðugt í tíðarskeiðnum 2007-2019, men kortini liggur talið lægri enn tilsvarandi tølini fyri hini Norðurlondini.

Nýggja krabbameinsætlanin hjá heilsumálaráðnum kann takast niður her