Í heyst verða fleiri nýggj endurvenjingartilboð sett á stovn innan Sjúkrahúsverkið, á teimum trimum sjúkrahúsunum. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur á fíggjarlógini fyri 2020 sett eina serstaka játtan av til at menna endurvenjingina í sjúkrahúsverkinum. Eftir áheitan frá landsstýrismanninum, kom Sjúkrahúsverkið í summar við uppskotið um, hvussu játtanin best møguliga kemur einstaka sjúklinginum til góðar.
Í fleiri ár hevur verið víst á, at tørvur er á fleiri endurvenjingartilboðum í sjúkrahúsverkinum. Góða gongdin, sum annars hevur verið á sjúkrahúsunum, hevur ikki verið eins eyðsýnd innan endurvenjingina. Tað hevur havt við sær at sjúklingabólkar, sum hava havt tørv á endurvenjing, ikki hava fingið nøktandi tilboð, vegna vantandi starvsfólkaorku.
Við øktari starvsfólkaorku verða m.a. hesi endurvenjingartilboðini ment í heyst:
- Endurvenjing fyri sjúklingar við parkinsonsjúku á Suðuroyar sjúkrahúsi, í samstarvi við Landssjúkrahúsið
- Eitt skipað tilboð um endurvenjing til sjúklingar við gikt á Klaksvíkar sjúkrahúsi
- Skipað tilboð um endurvenjing til sjúklingar við krabbameini á Landssjúkrahúsinum
- Menna eitt endurvenjingartilboð til sjúklingar við hjartasjúku, lungasjúku, diabetes og krabbameini á Suðuroyar sjúkrahúsi
- Eitt samskipa tilboð um talupedagogiskan stuðul til sjúklingar við apopleksi í Sjúkrahúsverkinum
Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um, at ítøkilig úrslit nú spyrjast burturúr øktu játtanini til økið.
Landsstýrismaðurin setti tvær mió. krónur av á fíggjarlógini til nýggj endurvenjingartilboð í 2020, og arbeiðir eisini fyri at fáa játtan til endamálið í 2021, soleiðis at enn fleiri endurvenjingartilboð kunnu verða ment innan sjúkrahúsverkið.