Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 5509 kanningarúrslit.
Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Tað var tann 6. apríl, at seinasti persónur varð staðfestur smittaður
Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 157 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Í dag er 1. páskadagur, og eftir ætlan verða fáar kanningar gjørdar í dag. Næstu ferð nýggj kanningarúrslit verða almannakunngjørd verður týsdagin tann 14.apríl.
Heilsumálaráðið tann 12. apríl 2020 klokkan 07.55