Uppskot um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um heilsutænastur í nærumhvørvinum
Frágreiðing

Endamálið við lógaruppskotinum er at veita borgarum eina betri heilsutænastu í nærumhvørvinum hjá teimum, enn møguleiki er fyri undir verandi skipan. Við hesi broyting fer eisini at kunna bera til at gagnnýta avmarkaða starvsfólkatilfeingið og fíggjarliga tilfeingið í heilsuverkinum sum heild skilabetri, enn møguleiki er fyri sum er.

Størsta nýbrotið við lógaruppskotinum um heilsutænastur í nærumhvørvinum er, at landið yvirtekur skyldurnar, sum kommunurnar hava sambært lógini um kommunulæknaskipanina. Hetta merkir, at hereftir verður landið einasti ábyrgdarhavari í kommunulæknaskipanini.

Við hesi broytingini fer at bera til at fara undir eina skipaða menning og nútíðargerð av økinum. Sambært lógaruppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild til at skipa landið í heilsuøkir og at seta á stovn ein ella fleiri heilsudeplar í heilsuøkjunum.

Lógaruppskotið hevur við sær, at tað fer at bera til at fáa eina meira samtíðarhóskandi, einfalda og smidligari skipan enn galdandi skipan, og harvið fer eisini at bera til at fáa eitt samvirkandi og samantvinnað heilsuverk. Fyri borgaran fer lógaruppskotið at merkja, at viðgerðir í størri mun fara at kunna fara fram í nærumhvørvinum hjá viðkomandi, og harvið verða tilboð um heilsutænastur lættari atkomilig.

Ummælisfreistin er farin
28.01.2019
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
17.01.2019
Samband
himr@himr.fo
Tak niður
Kommunulæknar.pdf