Uppskot til nýggja ílegulóg
Lógin skal, eins og galdandi lóg, serliga tryggja rættindini hjá teimum, hvørs ílegur verða nýttar í gransking í mannaílegum, m.a. ásetir lógin, at Fólkaheilsutýrið hevur einkarrætt at savna, handfara og goyma vevnað og diagnosur til gransking í mannaílegum. Lógin regulerar skráirnar, sum fyrrverandi Ílegusavnið – nú Fólkaheilsustýrið – umsitur. Hesar eru vevnaðarskráin, diagnosuskráin og ættarbandsskráin. Sum nýggj áseting, regulerar lógin eisini genomskránna, ið verður nýggj skrá við upplýsingum, ætlaðum til persónlagað medisin.
Ein broyting í mun til galdandi lóg er, at nýggja lógin fevnir breiðari. Galdandi lóg er bara galdandi fyri gransking, har ættarbandsupplýsingar eisini eru partur av granskingini, meðan nýggja lógin regulerar alla gransking í mannaílegum.