Uppskot til Løgtingslóg um heilivág

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um heilivág
Frágreiðing

Galdandi løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág fekk gildi í 1989. Lógin er býtt í tríggjar partar, partur A, B og C.

Partur A ásetur viðurskifti hjá apotekum, partur B ásetur viðurskifti um heilivág, og partur C ásetur gildiskomu, revsing og eftirlit.

Løgtingslóg um Apoteksverk og heilivág verður býtt í tvær lógir. Har partur A, við ávísum tillagingum, verður varðveittur í løgtingslóg um apoteksverk og heilivág, og partar B og C verða dagførdir og eru fevndir av uppskot til løgtingslóg um heilivág.

Endamálið við uppskotinum til løgtingslóg um heilivág er:

  • At dagføra heilivágshugtakið og virkisøki lógarinnar, undir hesum at strika hugtakið “farmaseutiskur tilbúningur”.
  • At nágreina og tillaga reglur um undantøk til einkarættin hjá apoteksverkinum at flyta inn o.a. heilivág.
  • At dagføra kapittulin um lýsingar um heilivág.
  • At styrkja eftirlitsheimildirnar hjá Landsapotekaranum
  • At broyta starvsskipanina hjá skrásetingarráðnum
Ummælisfreist
05.08.2024
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
24.06.2024
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Andreas Sjóvará
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Heilivág 24 3401