Tilboð um ókeypis koppseting fyri ávísum sjúkum

Heiti
Uppskot til kunngerð um ókeypis koppseting fyri ávísum sjúkum
Frágreiðing

Tilboðið um ókeypis koppseting fyri influensu eigur at víðkast til eisini at fevna um heilsustarvsfólk, ið starvast innan sjúkrahúsverkið, kommunulæknaskipanina og serlæknaviðtalur og sum hava samband við sjúklingar. Broytingin í kunngerðini hevur til endamáls at tryggja, at færri av teimum mest viðkvæmu sjúklingunum fáa dupulta sjúku (t.d. bæði influensu og COVID-19) og virka fyri at lætta um hjá heilsuverkinum, meðan korona ger um seg.

Ummælisfreistin er farin
16.10.2020
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
08.10.2020
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Katrin Gaard
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Koppseting Til Hoyringar Listi Við Donskum Starvsheitum