Ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitnað skal setast í gildi

Heiti
Anordning om ikrafttrædelse for Færøerne af bekendtgørelse af lov om assisteret reproduktion i forbindelse med behandling, diagnostik og forskning m.v.
Frágreiðing

Í løtuni eru ongar reglur galdandi í lóg um eftirgjørdan gitnað í Føroyum. Í okkara grannalondum eru viðurskiftini viðvíkjandi viðgerð móti barnloysi lógarásett. Orsøkin er tann, at tað eru fleiri spurningar, ið beinleiðis viðvíkja rættarstøðuni hjá borgarunum, ið støða skal takast til í tílíkum sambandi. Millum annað skal støða takast til, hvørjar treytir skulu setast fyri at kunnu fáa tilboð um viðgerð móti barnloysi, og í hvønn mun landið skal fíggja viðgerðina. Tí eiga eisini viðurskiftini viðvíkjandi viðgerð móti barnloysi í Føroyum, at verða lógarásett.

Endamálið við uppskotinum er at tryggja rættindir og skyldur tá tørvur er á hjálp til at gerast foreldur. Tað er umráðandi at tryggja, at øll hava somu atgongd til viðgerð fyri barnloysi, samstundis sum tað er greitt ásett hvørjar treytir og rættindir eru galdandi ímun til viðgerð fyri barnloysið. 

Við hesi lóg verður eisini ásett nær og undir hvørjum umstøðum granskast kann innan øki. 

Ummælisfreistin er farin
06.12.2024
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Ríkislógartilmæli
Dagfesting
08.11.2024
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Rannvá B. Mohr, fulltrúi
Tak niður
Uppskot Til Ríkislógartilmæli Um Eftirgjørdan Gitna Til Hoyringar Fylgiskjal Nr. 1 Til 6 Fylgiskjal Nr. 7 12 Fylgiskjal 13 Síða 1 60 Fylgiskjal 13 Síða 61 140 Fylgiskjal 13 Síða 141 227 Fylgiskjal Nr. 14 15