Ómaksgjald fyri viðgerð av umsókn um løggilding sum sálarfrøðingur
Sambært § 2, stk. 5 í “psykologloven”, sum sett í gildi fyri Føroyar við anordningsbekendtgørelse nr. 807 af 20. juni 2018 for Færøerne af lov om psykologer m.v. er ásett, at ómaksgjald skal rindast fyri viðgerð av umsókn um løggilding sum sálarfrøðingur.
Sambært bekendtgørelse nr. 790 af 17. juni 2017 for Færøerne om betaling af gebyr for behandling af ansøgning om autorisation som psykolog er ómaksgjaldið 1.650 kr.
Upphæddin á ómaksgjaldinum er ásett við støði í kostnaðinum av málsviðgerðini av umsóknum um løggilding sum sálarfrøðingur. Ómaksgjaldið er tó ikki stillað síðani 2017.
Danska Ankestyrelsen, ið er skrivarastova fyri Psykolognævnet, hevur gjørt nýggjar útrokningar av tí veruliga kostnaðinum av viðgerðum av umsóknum um løggilding sum sálarfrøðingur. Við støði í hesum útrokningum hevur Social- og Boligministeriet gjørt uppskot til nýggja kunngerð fyri Føroyar um ómaksgjald fyri viðgerð av umsóknum um løggilding sum sálarfrøðingur, og verður ómaksgjaldið hækkað til 2.000 kr.
Eftir ætlan kemur broytingin í gildi 1. mars 2025. Tað skal viðmerkjast, at líknandi kunngerð er sett í gildi í Danmark, og er ómaksgjaldið eisini har 2.000 kr.