Nýggja margfeldislógin setur greiðar lógarkarmar fyri føroysku náttúruna

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni (Náttúrumargfeldislógin)
Frágreiðing

Tað yvirskipaða endamálið við lógaruppskotinum, sum í stóran mun styðjar seg upp at tí norsku naturmangfoldloven, er at fáa til vega dagførda lóggávu, sum setur greiðar lógarkarmar fyri, hvussu ið sitið verður fyri tí føroysku náttúruni.

Uppskotið er ein týðandi liður í at fremja sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi í føroyskari lóggávu og miðar eftir við burðardyggum brúki og vernd at røkja tað lívfrøðiliga, landslagsliga og jarðfrøðiliga margfeldið umframt tær vistfrøðiligu tilgongdirnar í tí føroysku náttúruni, eisini so at náttúran kann vera støði undir virki, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki.

Ummælisfreistin er farin
28.05.2018
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Náttúruvernd
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
06.04.2018
Málsviðgjørt
Heilsu- og innlendismálaráðið
Tak niður
Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni (til hoyringar).pdf (1) Hoyringarskriv.docx