Lóggávan um geiðslavernd verður dagførd
Endamálið við uppskotinum er at dagføra lóggávuna um geislavernd, soleiðis at menniskju og umhvørvið verða vard móti skaðiligum árini av ioniserandi stráling í sambandi við nýtslu av mannaskaptum ella natúrligum strálukeldum, ella í sambandi við stráling, uttan mun til, um talan er um ætlaða stráling, verandi strálistøður ella stráling í sambandi við eina neyðstøðu. Endamálið er sostatt eisini at fáa eina meira harmoniseraða og tíðarsamsvarandi regulering tvørturum ymiskar relevantar strálistøður, sum kunnu samsvara við ta leypandi tøknifrøðiligu og vísindaligu menning; harundir nýggja vitan um møgulig árin, sum ioniserandi stráling hevur á menniskju, djór og umhvørvið.
Sambært lógaruppskotinum skal Sundhedsstyrelsen føra eina skrá yvir “dosis” til arbeiðstakarar, eins og Sundhedsstyrelsen sambært lógaruppskotinum skal vera eftirlitsmyndugleiki. Harumframt hevur lógaruppskotið eisini ásetingar um heimildir hjá Sundhedsstyrelsen í sambandi við eftirlit.