Kunngerðir um ókeypis koppsetingar heystið og veturin 2023/24
Heiti
Hoyringin fevnir um tvær kunngerðirFrágreiðing
Tvær kunngerðir um ókeypis koppsetinger verða hervið sendar til hoyringar:
- Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum (Kikhosta koppseting til barnakonur, HPV og strika ásetingar um koppingarevni í sambandi við koppseting ímóti influensa)
- Uppskot til kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19
Í uppskotinum um ókeypis koppseting fáa ávísir bólkar tilboð um ókeypis koppseting fyri influensa og COVID-19. Málbólkarnir eru persónar, sum hava fylt 65 ár og persónar við ávísum sjúkum. Í báðum kunngerðunum er ásett, hvørjir starvsfólkabólkar innan heilsu- og røktarøkið kunnu verða koppsettir ókeypis fyri ávikavist influensa og COVID-19.
Ummælisfreistin er farin
20.09.2023Ráð
HeilsumálaráðiðØki
HeilsuøkiðSlag
KunngerðDagfesting
15.09.2023Samband
hmr@hmr.foMálsviðgjørt
Katrin GaardTak niður



