Kunngerð um gjøld fyri tænastur o.a. frá Heilsustýrinum verður dagførd

Heiti
Uppskot til Kunngerð um gjøld fyri tænastur o.a. frá Heilsustýrinum
Frágreiðing

Nýggja ílegulógin er lýst og sett í gildi (løgtingslóg nr. 59/2024). Í hesum sambandi er kunngerð nr. 124 frá 17. desember 2014 um gjøld fyri veitingar og upplýsingar frá Ílegusavninum farin úr gildi.

Í arbeiðinum við nýggju ílegulógini varð avgjørt at avtaka fasta gjaldið á 10.000 kr. árliga, ið granskarar rinda til Ílegusavnið (nú Heilsustýrið). 

Nú ílegulógin er samtykt, er neyðugt at dagføra kunngerð um gjøld fyri tænastur o.a. frá Heilsustýrinum, soleiðis at kunngerðin samsvarar við ílegulógina.

Í hjálagda uppskotið til kunngerð eru føstu gjøldini tikin úr kunngerðini. Eftir eru tey gjøld, sum eru ásett fyri tær tænastur, ið granskarar skulu rinda Heilsustýrinum, um teir ynskja tilfar frá Heilsustýrinum til sína gransking.

Ummælisfreistin er farin
16.07.2024
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
18.06.2024
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Birita Ludvíksdóttir
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Gjald Fyri Tænastur 3