Heilsutrygd veitir ikki ískoyti til røktartilfar, ið verður nýtt inni á sambýlum og ellisheimum, ella sum heilsustarvsfólk brúka úti í heimarøktini

Heiti
Kunngerð um broyting í kunngerð um ískoyti til gjald fyri ávís hjálparráð (Ískoyti verður ikki veitt til røktartilfar, ið verður nýtt inni á sambýlum og ellisheimum, ella sum heilsustarvsfólk brúka úti í heimarøktini)
Frágreiðing

Viðheft er uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um ískoyti til gjald fyri ávís hjálparráð. Við tí ætlaðu broytingini verður ískoyti ikki veitt til gjald fyri sárrøktartilfar, katetur og kateturrøktartilfar, stomirøktartilfar og trachestomirøktartilfar, ið verður nýtt inni á ellisheimum og sambýlum, ella sum heilsustarvsfólk brúka úti í heimarøktini. Heilsumálaráðið metir, at slíkt røktartilfar ikki er persónligt tillagað hjálparráð, men hjálparráð sum nógvir borgarar kunnu nýta, og tískil má metast at vera ein partur av grundútbúnaðinum á ellisheimum, sambýlum og í heimarøktini.

Ummælisfreist
01.08.2024
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
20.06.2024
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Guðrun Maria Mortensen
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Ískoyti Til Gjald Fyri Ávís Hjálparráð