Heilsutænasturnar skulu nærri borgarunum

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgarunum
Frágreiðing

Kommunulæknaskipanin skal víðkast og mennast til eina skipan við heilsutænastum og heilsumiðstøðum kring landið.

Yvirskipaða málið við lógaruppskotinum, er at tryggja øllum fólkum kring landið atgongd til støðugt fleiri tilboð um heilsutænastur í nærumhvørvinum, at tryggja fólki somu tilboð um heilsutænastur í øllum landinum, at seta sjúklingatrygdina í hásæti, og skapa betri møguleikar fyri, at heilsustarvsfólk kunnu starvast og mennast í heilsufakligum umhvørvum kring landið.

Fyri borgaran fer hetta at merkja, at viðgerðir í størri mun kunnu fara fram í nærumhvørvinum, og harvið fær borgarin lættari atgongd til tilboð um heilsutænastur. Hetta fer serliga at vera til fyrimuns fyri eldri fólk, fólk við varandi sjúkum og fólk við serligum tørvi.

Ummælisfreist
10.09.2024
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
25.07.2024
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Katrin Gaard
Tak niður
Ummæli Uppskot Til Løgtingslóg Um At Skipa Heilsutænastur Í Nærumhvørvinum Hjá Borgarunum 25.07.2024 Heilsutænastur Ummælispartar 25.07.2024 Scanned From A Xerox Multifunction Printer