Heilivágsskráðin verður dagførd
Heiti
Kunngerð um broyting í kunngerð um heilivágsskrá og fyrimyndarreglur fyri heilivág (dagføring av heilivágsskránni)Frágreiðing
Í sambandi við at danska heilivágsskráin - Danske Lægemiddelstandarder (DLS) er dagførd, verður kunngerð um heilivágsskrá og fyrimyndarreglur fyri heilivág dagførd samsvarandi.
Heilivágsskráin (pharmacopeia) er yvirlitið yvir ásetingar viðvíkjandi framleiðslu og nýtslu av heilivági.
Evropeiska heilivágsskráin (Ph. Eur.) er grundarlagið undir donsku heilivágsskránni. DLS inniheldur, umframt allar ásetingar í Ph. Eur., eisini einstakar aðrar ásetingar, sum eru galdandi fyri heilivág í Danmark. Í Føroyum verða evropeiska heilivágsskráin og danska heilivágsskráin fylgdar. So hvørt heilivágsskráirnar verða dagførdar, verður kunngerðin um heilivágsskrá og fyrimyndarreglur fyri heilivág dagførd samsvarandi.
Ummælisfreistin er farin
01.06.2023Ráð
HeilsumálaráðiðØki
HeilsuøkiðSlag
KunngerðDagfesting
04.05.2023Samband
hmr@hmr.foMálsviðgjørt
Andreas SjóvaráTak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Heilivágsskrá Og Fyrimyndarreglur Fyri Heilivág