Fyribyrgja og týna rottu

Heiti
Uppskot til kunngerð um fyribyrging og týning av rottu
Frágreiðing

Kommunustýri hava ábyrgd av fyribyrging og týning av rottu í bæði bygdum sum óbygdum økjum í kommununi, umframt viðvíkjandi útbúnaði á sjónum, og rinda útreiðslurnar til hetta.

Kommunustýri skulu fyri hvønn bý og hvørja bygd hava skikkað aktingarfólk at taka sær av skyldum kommunustýrisins sambært hesi kunngerð.

Ein og hvør, ið varnast rottu, uttan mun til hvar, skal beinan vegin boða kommunustýrinum frá. Kommunustýri skulu upplýsa og almannakunngera, á hvønn hátt og hvagar fráboðanir um rottu skulu latast.

Ummælisfreistin er farin
23.06.2017
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Umhvørvi
Slag
Kunngerð
Dagfesting
27.05.2017
Samband
17/00430-3
Málsviðgjørt
Heilsu- og innlendismálaráðið
Tak niður
Uppksot til kunngerð um fyribyrging og týning av rottu til hoyringar.pdf fylgiskriv.pdf