Forskriftakunngerðin verður dagførd

Heiti
Uppskot til kunngerð um forskriftir, heilivágsbílegging og skamtlutan av heilivági
Frágreiðing

Forskriftaportalur

Landsapotekarin kann í summum førum geva loyvi til, at heilivágur verður ordineraður umvegis krypteraðan teldupost, telefon ella pappír. Mannagongdin við at ávísa heilivág umvegis teldupost, telefon og pappír er ein vaksandi avbjóðing við atliti at sjúklingatrygd, tí váði er fyri feilskrásetingum o.ø.

Apoteksverkið hevur nú ment eina portalloysn, sum verður rópt “forskriftaportalur”. Endamálið við forskriftaportalinum er at tryggja forskriftaávísing og forskriftaavgreiðslu á høgum góðsku- og trygdarstøði. Við forskriftaportalinum verða forskriftir, sum ikki verða sendar umvegis Cosmic, skrásettar í skipanini hjá apoteksverkinum á sama hátt sum forskriftirnar frá Cosmic. Neyðugt er at broyta grein 10 í kunngerðini soleiðis, at landsapotekarin kann gera undantak til at brúka forskriftaportalin.

At tillaga ella sýta forskriftir við stórum nøgdum av heilivági

Í frágreiðingini hjá Landslæknanum, “Rapport: Forbruget af Ozempic, Wegovy, Rybelsus, Saxenda og Victoza på Færøerne, Landslægen på Færøerne, 29. mai 2024”, stendur millum annað:

“I 2023 og 2024 har der været et stigende forbrug af diabetes- og vægttabsmedicin på Færøerne. I perioden fra januar 2023 til april 2024 er de mest anvendte præparater Ozempic med 1019 brugere og Wegovy med 1027 brugere. Fra januar 2023 til april 2024 har 191 patienter fået udleveret flere penne med Ozempic end de har brug for. Derfor anslås det, at der er et uforklaret merforbrug på ca. 900 penne. Indenfor de sidste 12 måneder har merforbruget været på ca. 800 penne.”

Millum annað grundað á hetta, verða reglur ásettar í grein 52 og 53 sum geva apoteksverkinum møguleika at tillaga eina forskrift ella at sýta at avgreiða eina forskrift við stórum nøgdum av heilivági.

Endamálið við broytingini er, at geva apoteksverkinum møguleika fyri í ávísum føri at kunna avmarka, at brúkarar av heilivági fáa útflýggjað stórar nøgdir av forskriftaskyldigum heilivági.

Ummælisfreist
10.10.2024
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
13.09.2024
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Andreas Sjóvará
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Forskriftir Heilivágsbílegging Og Skamtlutan Av Heilivági (1)