Fimm kunngerðir, ið hava heimild í lógini um at skipa heilutænastur í nærumhvørvinum

Heiti
Uppskot til kunngerðir við heimild í lógini um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum
Frágreiðing

Tann 1. juni 2025 kemur í gildi løgtingslóg um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum. Samstundis sum lógin kemur í gildi er tørvur á at seta nýggjar kunngerðir í gildi og dagføra aðrar kunngerðir. Heilsumálaráðið hevur orðað niðanfyri nevndu uppskot til fimm kunngerðir, sum við hesum verða sendar viðkomandi pørtum til ummælis. Gildiskomudagurin hjá kunngerðunum er 1. juni 2025.

Uppskot til kunngerðir:

  1. Uppskot til Kunngerð um at skipa landið í heilsuøkir og staðseta heilsumiðstøðir
  2. Uppskot til Kunngerð um hvørjar útreiðslur kommunulæknaavloysarar kunnu fáa endurgoldnar og um bústað til avloysarar
  3. Uppskot til Kunngerð um at velja kommunulækna
  4. Uppskot til Kunngerð um broyting í kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi fysioterapeuti (setanarviðurskifti hjá kommunulæknum nágreina)
  5. Uppskot til Kunngerð um broyting í kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi ergoterapeuti (setanarviðurskifti hjá kommunulæknum nágreina)
Ummælisfreist
08.05.2025
Ráð
Heilsumálaráðið
Øki
Heilsuøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
10.04.2025
Samband
hmr@hmr.fo
Málsviðgjørt
Katrin Gaard
Tak niður
Skriv Til Hoyringspartar Uppskot Til Kunngerð Um At Skipa Landið Í Heilsuøkir Og Staðseta Heilsumiðst Uppskot Til Kunngerð Um Hvørjar Útreiðslur Kommunulæknaavloysarar Kunnu Fáa Endurgoldnar Uppskot Til Kunngerð Um At Velja Kommunulækna Broyting Í Kunngerð Um Ískoyti Til Gjald Fyri Veiting Hjá Privatstarvandi Fysioterapeuti Broyting Í Kunngerð Um Ískoyti Til Gjald Fyri Veiting Hjá Privatstarvandi Ergoterapeuti